Í Sandavági plaga tey at halda Seinsummardag í august, men í ár verður tað 1. september Tann 1. september verður tað ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin, tí tann dagin skipar Sandavágs ítróttarfelag fyri tí árliga Seinsummardegnum.
Skráin er sum hini árini fjølbroytt við millum annað fjallarenning niðan á Húsafelli, brandslangufótbólti, fiskikapping við tráðu, sølutorgi, burturluting og øðrum.
Dagurin endar sum vant við hugnaløtu við felagssangi um kvøldið.