Ein kanning í Bretlandi vísir nú, at tað kann vera vandamikið at spæla upp á sekkjapípu. Gera fólk ov nógv av, kann tað skaða hoyrnina - ikki hjá tí, sum lurtar, men hjá tí sum spælir.
Men tað er ikki bara hoyrnin, sum kann vera í vanda. Sagt verður, at serliga virknir sekkjapípuspælarar kunnu fáa óró í nervalagið, og at tað eisini kann elva til rúsdrekkamisnýtslu. Sekkjapípan er sum kunnugt serliga nógv avhildin í Skotlandi, og í kanningini verður hon sett í samband við eitt annað, sum eisini er væl umtókt har, nevnliga whisky.
Tónleikablaðið Pipe & Drummer skrivar, at fólk, sum eru virkin við sekkjapípuni, eru í størri vanda fyri at enda sum rúsdrekkamisnýtarar, og harafturat vísa hagtølini, at hjúnarskilnaður er meiri vanligur millum hesi enn millum fólk flest.