Seks fólk hava latið lív í einari tokvanlukku á Stórabeltsbrúnni í Danmark í morgun. Hetta skriva danskir miðlar í dag við upplýsingum frá løgregluni á Fjóni. DSB, sum er danska tokfelagið, veit ikki at siga enn, hvussu nógvir persónar hava fingið skaða í óhappinum.
Eitt snartok ávegis Sælandi frá Fjóni varð rakt av einum parti av einum góðstoki, sum koyrdi mótsattan veg, og hetta fekk snartokið at bremsa harðliga.
Hetta hendi í morgun klokkan 06:35 - føroyska tíð. Løgreglan hevur sett eina kreppustøð á stovn í Nyborg á Fjóni, har fólk, sum hava verið umborð á tokinum, kunnu fáa kreppuhjálp.