Seks mánaðir í fongsul fyri knívstungu

Hetta er fjórðu ferð, maðurin verður dømdur fyri harðskap

 

Maðurin, sum í septembur stakk ein annan við knívi í miðbýnum í Havn, fekk seks mánaðir fongsulsrevsing.

 

Tað avgjørdi Føroya rættur í dag. Maðurin var ákærdur fyri at hava stungið ein annan mann við knívi seinnapartin 19. septembur í ár. Hetta hendi í bakgarðinum aftan fyri gamla bankabygningin í miðbýnum í Havn.

 

Tey vóru nøkur, sum høvdu savnast har og sótu og drukku. Ákærdi greiddi frá, at hann hevði gingið runt og víst knív sín fyri hinum, tá ein teirra brádliga dregur knív sjálvur og høggur eftir sær. Hann gjørdist so kløkkur, at hann veipaði við ørmunum, meðan hann gekk eftir hæli.

 

Aftan á varnaðist hann, at hin bløddi og segði, at hann mestur mundi hava rakt hann, tá hann vardi seg, og at talan tí var um neyðverju.

 

Fleiri vitni vóru í rættinum í dag, men ilt var at fáa eina greiða fatan av, hvat var farið fram hendan dagin, tí minnið sveik hjá fleiri teirra. Maðurin, sum varð skorin, mintist einki, uttan at hann hevði verið á Landssjúkrahúsinum og fekk tvær pentur í sárini á hondunum.

 

Onnur vitni greiddu tó frá, at ákærdi hevði uppført seg hóttandi og at tað var hann, sum fyrst hótti við knívi og skar hin.

 

Nakrir smádreingir vóru staddir inni í gamla bankabygninginum, sum nú millum annað hýsir Visit Tórshavn. Ein teirra hevði tikið film við telefonini av fólkunum uttan fyri, og dagin eftir hendingina komu teir á løgreglustøðina við telefonini.

 

Á filmsbrotinum sæst, at ákærdi er uppøstur av onkrari orsøk og dregur brádliga ein knív fram, sum hann veipar við. Órættaði situr á einum bonki og fer niður í lumman eftir sínum folliknívi.

 

Tað tykist vera rætt, sum ákærdi segði, at tað var hin maðurin, sum høgdi fyrst, men upptøkurnar vísa kortini, at hann, heldur enn at fara eftir hæli, sum hann vildi vera við, stakk eini sjey-átta ferðir eftir órættaða, áðrenn hann bakkaði undan.

 

Dómarin segði í síni niðurstøðu, at hon í stóran mun bygdi sína avgerð á filmsbrotið, sum tó at alt ikki var heilt greitt, vísti eina søgugongd, sum var meiri í samsvar við tað, sum vitnini søgdu, enn tað, sum ákærdi sjálvur segði.

 

Maðurin bleiv í sama viðfangi dømdur fyri at koyra uttan koyrikort og fyri tvey innbrot, millum annað í eina læknaviðtalu, har hann fekk fatur á heilivági.

 

Hetta er fjórðu ferð, at maðurin verður dømdur fyri harðskap, fjórðu ferð fyri innbrot, og aðru ferð fyri at koyra, hóast hann í 2015 misti koyrikortið í fýra ár.