Svimjing
Úttøkan til oyggjaleikirnar var longu farin fram, men hetta forðaði ikki svimjarunum í at leggja nógv fyri, tá FM var á skránni um vikuskiftið. Umframt heiðurin at gerast føroyameistari var hetta eisini møguleikin at svimja seg til EM-kappingina, sum verður í Rom, men hetta seinasta megnaði eingin nýggjur kortini.
Á metsíðuni vórðu seks nýggj met sett í Gundadali. Pál Joensen og Kári á Høvdanum áttu hvør síni tvey av hesum, meðan Shalia millum Garðarnar og Pauli Øssurson Mohr áttu hvør sítt.
Heiðursmerkjabýtið í kappingini vísir annars, at SuSvim so heilt avgjørt er vorðin ein ordans maktfaktorur í føroyskari svimjing. Hjá teimum vaksnu vóru suðuroyingarnir so nógv teir mest vinnandi, og hóast fuglfirðingar vunnu mest hjá teimum yngru svimjarunum, so er talvan fyri heiðursmerkjabýtið her væl javnari, enn hon er hjá teimum vaksnu.