Seks partrolarapør eru til fiskiskap. Øll fiska upsa, men okkurt parið fær tó nakað av toski eisini. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og hesin fiskar stinglaks. Væntandi fer onkur djúpvatnstrolari aftrat út um vikuskiftið.
- Í dag eru allir trolbátarnir uttan ein til fiskiskap. Allir fiska tosk og hýsu og fáa eisini nakað av flatfiski. Vit vænta, at allir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.