Myndin er ikki frá iranska álopinum á Ísrael í morgun

Seks særd í iranskum rakettálopi á Ísrael

Haaretz endurgevur ísraelska herin fyri at siga, at Iran helst hevur brúkt tað, tey rópa tyssubumbur í álopunum

Myndin er ikki frá iranska álopinum á Ísrael í morgun

Ísraelski herurin veit í morgun at siga, at seks fólk eru løstað í iranskum rakettálopi á Ísrael.

 

Sambært IDF leyp Iran á fleiri økir kring Tel Aviv.

 

Ísraelska ávísin, Haaretz, endurgevur ísraelska herin fyri at siga, at Iran helst hevur brúkt tað, tey rópa tyssubumbur í álopunum.

 

Sambært blaðnum hevur Iran í morgun lopið á Ísrael í fleiri umførum.

 

Borgarstjórin í Tel Aviv heldur eisini upp á, at Iran í álopunum í morgun hevur brúkt tyssubumbur, sum fara í allar ættir, tá tær spreingjast.

 

 

 

Myndin er ikki frá iranska álopinum á Ísrael í morgun