Seksti motorsúkklur á ferð sunnast í Føroyum

Um vikuskiftið var Føroya MC Boogie 2003 II. Leiðin gekk til Suðuroyar og tali á luttakarum táttaði í seksti og tað var av sonnum ein hugtakandi sjón at síggja stórfingnu akførini í ikki minni stórfingnu náttúruni

Motorsúkklur

Av sonnum var tað ein stórfingin sjón, tá yvir 60 motorsúkklur ferðaðust kring Suðuroynna um vikuskiftið.
Men flestu motorsúkklur hava tvey setur og tað vóru eisini nógvar, sum vóru mannaðar við tveimum fólkum, so tilsamans tóku um 90 fólk lut í hesum tiltakinum, sum Føroya Ellisakfar skipaði fyri.
Føroya MC Boogie 2003 II var á skránni og Suðuroyggin skuldi koyrast á tamb. Leygarmorgunin gekk leiðin suðureftir og so var vitjað á Tvøroyri og í Famjin. Seinnapartin lá leiðin suður eftir oyggj og í Vági varð steðgað klokkan 15, sum ætlað í skránni.
Forvitnir áskoðarar leitaðu sær vestur á Eiðið, eftir at bikararnir høvdu koyrt ígjøgnum alla Vágsbygd. Hugtakandi akførini vóru ein vøkur sjón og náttúran vísti seg frá vøkru síðuni, nú vit skriva september.
Leiðin gekk so longur suður til Sumbiar og Akraberg. Á kvøldi var bikaraparty í Øravík, har luttakararnir eisini gistu.
Sunnudagin fingu Hvalba og Sandvík bikaravitjan og sunnudag seinnapart gekk leiðin aftur umborð á Smyril. Tað vil siga, at umleið helmingurin fóru norðuraftur við Smyrli, tí tað vóru ikki færri enn einar 30 motorsúkklur úr Suðuroynni, tað er umleið helvtin av teimum, sum vóru við í tiltakinum.
Men stóra luttøkutalið bendir á, at motorsúkklur hava vaksandi áhuga manna millum. Føroya MC Boogie taldi kvinnur og menn, ung og eldri. Og yngri og eldri akfør.
Sí eisini síðu fýra.


Myndatxt

Seinnapartin leygardagin lá leiðin suður eftir oyggj, har steðgað var í Vági eina løtu
Forvitnir áskoðarar leitaðu sær vestur á Eiðið, eftir at bikararnir høvdu koyrt ígjøgnum alla Vágsbygd. Hugtakandi akførini vóru ein vøkur sjón og náttúran vísti seg frá vøkru síðuni, nú vit skriva september. (Mynd: D. Olsen)