Eitt av teimum støðunum, hagani ein hevur eitt ótrúliga gott útsýni, er Leynar, sum er partur av Kvívíkar kommunu.
Her búgva í løtuni 112 fólk, men kommunan hevur nú gjørt sítt til, at enn fleiri kunnu búseta seg her.
Ovarlaga í bygdini eru níggju grundøki gjørd byggibúgvin, og sum eru lýst alment til sølu.
- Vit hava lýst við teimum, men tað vísir seg tíverri at vera so, at tað ikki er serliga stórur áhugi fyri teimum, upplýsir borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Dánjal Petur Müller. Enn er so einki teirra selt, hóast tey bæði eru byggibúgvin og liggja væl fyri.
Tá, og um áhugi verður fyri teimum, er einfalt at stykkja út fyri eini 10 grundøkjum aftrat.
Vónir verða annars settar til at onkur ætlan við íbúðarbygging kann fremjast í verki, nú Húsalánsgrunnurin hevur latið upp fyri hesum møguleikanum.
Mynd: Grundøkini í Leynum liggja væl fyri og við sera góðum útsýni