Seldu fyri 1,6 milj. krónur netto

Mánakvøldið um 19-tíðina komu trolararnir, Stjørnan og Polarhav, aftur á Runavík eftir, at skipini høvdu verið á fiskamarknaðinum í Hanstholm við fyrstu føroysku ísfiskalastini yvirhøvur í hesum nðggja ári.

Teir fóru úr Hanstholm um middagin leygardagin.
Í Runavík skiftu teir fólk, og okkurt smávegis skuldi gerast. Síðan fóru teir avstað aftur um 23-tíðina hetta sama kvøldið.
Seks mans eru umborð á hvørjum skipi hvønn túrin. Teir hava tríggjar manningar, so tilsamans eru 18 mans knðttir at Polarhavi og Stjørnuni.
Góð ísfiskasøla
Teir, sum eiga skipini, eru væl nøgdir við søluna í Hanstholm. Veiðan vá 350.000 pund. At kalla alt var upsi, meginparturin upsi 3. Bruttosølan var 1,8 milj. krónur. Hetta svarar til umleið 1,6 milj. krónur netto, og tað er ein góð søla.
Miðalprísurin lá nakað omanfyri 10 kr. fyri kg. brutto. Besti prísurin var umleið 13 kr. fyri kg., og vánaligasti prísurin var niðri á 9 kr. fyri kg.
Sum skilst, verður fiskurin skorin til flak og seldur feskur á evropeiska marknaðin.