Selja troyggju hjá Klæmint á uppboði

Landsliðstroyggja hjá Klæmint A. Olsen verður seld til vælgerandi endamál

Landsliðstroyggja hjá Klæmint Andrasson Olsen verður seld á uppboðssølu hjá Reyða Krossi hetta vikuskiftið.

 

Reyði Krossur Føroya hevur Landsinnsavning, og í tí sambandi verður signeraða troyggjan hjá málslúkinum seld til hægst bjóðandi.

 

Troyggjan verður seld á uppboði á facebook bólkinum Rótikassin 24/7. Har síggjast treytirnar fyri at bjóða. Uppboðssølan endar sunnukvøldið 21. november kl. 20:30. Inntøkan frá søluni fer til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Føroyum og úti í heimi.

 

Klæmint A. Olsen verður gestur í sjónvarpssendingini, sum Reyði Krossur hevur í sambandi við Landsinnsavningina. Sendingin verður at síggja á Rás1 hjá Televarpinum sunnukvøldið kl. 19:00.