Selja við skinninum á nøsini

Óvist er um fleiri føroysk skinn verða útflutt í framtíðini. Prísurin er í lægra lagi, og haraftrat krevur ES váttarnir frá seljarunum um at seyðurin ikki er sjúkur. Í ár eydnaðist tað kortini at finna ein keypara í Turkalandi, men einki kann sigast, hvussu verður við skinnunum komandi heyst.

Tey, ið ætla sær at lata seyðaskinn inn til MBM í Kollafirði, krevja nú at skunda sær. Týsdagurin er seinasti dagur at tikið verður móti skinnum á hesum sinni.
Men tað er kortini møguligt at hetta verður seinasta ferðin í heila tikið. Trupult er at sleppa av við skinnini, og var tað ikki fyri einum keypara úr Turkalandi, so varð ikki eitt einasta skinn útflutt í ár.
Á MBM í Kollafirði eru tey nú við at leggja seinastu hondina á móttøkuna av skinnunum á hesum sinni. Um eina viku verða tey avskipaði til Turkalands, og eftir tað er óvist hvussu verður við "Føroya gulli" í framtíðini.
ES hevur nevniliga kravt váttanir um at skinnini ikki koma frá sjúkum djórum. Og tá tað enn ikki ber til at útvega hesa váttanina, er ikki vist, at so nógv skinn verða útflutt í framtíðini.
- Vit útflyta í ár eini 40.000 skinn. Men vit fáa ongan vinning burtur út tí, sigur Dánjal Thomsen, fíggjarleiðari í Meginfelag Búnaðarmanna.
MBM keypir vanliga eini 48.000 skinn, sum hava verið seld til Týskalands og Íslands. Her verður ullin koyrd burtur, helst tí hon er ov flekkut, men roðið verður brúkt til at seyma ymiskt burturúr.

ES krøv forða
Fyrr segðist, at ull er Føroya gull. Tíðir broytast, og soleiðis eisini við mannalívinum. Tí nógv er sum bendir á, hetta møguliga verður seinasta ferðin, at tikið verður ímóti seyðaskinnum í Kollafirði.
Teir byrjaðu fyri eini 10 til 15 árum síðani við móttøkuni, og tað gekk uttan trupulleikar at taka ímóti og at sleppa av við tey. Og hetta hóast prísirnir hava verið skiftandi.
Okkurt árið hevur MBM latið 56 kr. fyri skinnið, meðan prísurin okkurt annað árið ikki var meiri enn 5 kr. Og tað eina árið fekst ikki ein einasta króna fyri skinnið.
Men fyri trimum árum síðani byrjaði stígur at koma í. Týski keyparin gjørdi vart við, at teir ikki longur kundu taka ímóti skinnunum á sama hátt sum áður, orsakað av nýggjum fyriskipanum í ES.
Her varð nú lagdur stórur dentur á, at seljarin skuldi kunna vátta, at eingin sjúka var ella hevði verið í seyðinum, hagani skinnini stavaðu. Og tað var her trupulleikin stakk seg upp, tí hetta var ikki møguligt.
Teir føldu seg nærum sum ein, ið er skuldsettur fyri eitt brotsverk. Er ein skuldsettur skal ein kunna prógva fyri ákæruvaldinum at ein er ósekur.
- Men her skuldu vit fyrst prógva at vit vóru ósekir, áðrenn skinnini kundu latast týska keyparanum, sigur Dánjal Thomsen við einum brosi.
Ein djóralækni varð settur at útvega eina slíka váttan, men enn er arbeiðið hansara ikki liðugt. Tí verður bíðað við spenningi eftir um og nær ein slík váttan kemur.

Selt uttan vinning
Tað byrjaði annars so gott seinasta heyst. Fólk byrjaðu at koma við skinnum til Kollafirðar eftir at heystfjøllini vóru gingin. Men ikki gekk long tíð til steðgur kom í.
Tað var ikki møguligt at fáa eina váttan til útflutningin av skinnunum til Týskalands, og tí máttu tey lýsa við, at teir ikki kundu taka ímóti fleiri skinnum. Tá høvdu teir longu tikið ímóti eini 2500 skinnum.
Hóast hesa støðuna settu tey í MBM seg ikki hendur í favn, men byrjaðu at leita upp nýggjar keyparar í øðrum londum. Eitt skifti vísti ein finskur keypari áhuga, men av tí at Finland eisini er við í ES, bar hetta heldur ikki til.
Gjøgnum samskifti við góðar kanalir fingu teir at enda samband við ein keypara uttanfyri ES, nevniliga í Turkalandi, sum fegin vildi keypa skinn úr Føroyum. Og tað er til henda, at skinnini fara seinast í næstu viku. Tey verða stúvaði uppí sjey konteynarar, sum nú verða gjørdir klárir til avskipingar
Prísurin fyri hvørt skinnið er einans 14 kr. til tey, sum koma við skinnunum og 14 kr. til keyparan í Turkalandi. Tað vil siga, at MBM ikki hevur nakran vinning av skinnunum, men beinleiðis eina útreiðslu.
-Tað kostar okkum eini 30.000 kr. fyri hvønn konteynaran í farmagjaldi. Men vit síggja tað kortini sum okkara skyldu at taka ímóti og senda tey avstað.
-Vit hava okkara skyldur mótvegis teim føroysku kundunum, sum vit jú eru bundin at. Og hesar skyldur ætla vit at røkja, tí vit eru til at stóla uppá, sigur Dánjal.


Seinasta ferðin?
Síðani byrjað varð við at taka ímóti skinnunum fara sum nevnt flestu skinnini til ein týskan keypara.
Men upp gjøgnum 90?ini byrjaðu íslendingar bráddliga at vísa teimum føroysku skinnunum áhuga. Og hesi árini keyptu teir so at siga øll tey føroysku skinnini. Men eisini her kom stígur í, tí prísurin gjørdist alt ov lágur.
Dánjal Thomsen sigur, at um íslendingar aftur byrjaðu at taka ímóti føroysku skinnunum, so hevði tað verið til stóran fyrimun fyri MBM.
- So sluppu vit undan øllum krøvunum hjá ES, sigur hann.
Spurningurin er so, hvat fer at henda við skinnunum í framtíðini. Ein máti er at fara í samráðingar við ES um okkara landbúnaðarvørur.
-Vit fyrihalda okkum bara til støðuna í dag. Og tí kunnu vit ikki siga nakað um, hvørt vit fara at taka ímóti skinnum aftur í heyst.