Selt antikvitetir í fjórðingsøld

- Tá eg fyri meira enn 25 árum síðani sá tríggjar nærum eins stovur uppá eina viku, helt eg, at okkurt skuldi gerast. Tí fór eg at selja antikvitetir, sigur nú 70 ára gamla Noomi Juul, ið býr í Havn

 

Portrett


Eini fitt gomul hús á Stykkinum eru karmur um samrøðuna. Húsini eru gomul, gjørd úr viði, og inni standa nógvir gamlir lutir. Hetta eru húsini hjá systir Noomi Juul, ið er ættað av Tvøroyri, men býr í Havn. Tey, sum kenna nú 70 ára gomlu Noomi Juul, vita, at hon selur antikvitetir og elskar djór. Hon hevur selt antikvitetir í meira enn 25 ár, og sigur hon grundina vera, at tá hon uppá eina viku sá tríggjar stovur, ið vóru púra eins, helt hon, at nú var tíðin komin til at fríska eitt sindur upp.

- Eg selji antikvitetir av áhuga, greiðir Noomi Juul frá.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri antikvitetum, og í 1973 fór eg í holt at selja í Føroyum.

Tað vísir seg, at áhugin fyri antikvitetum í Føroyum er ógvuliga stórur. Tað er ongin ávísur keyparaskari. Bæði ung og gomul ynskja at ogna sær gamlar møblar og gamlar lutir.

- Ein lutur er ikki antikkur fyrr enn hann er 100 ár. Tí royni eg at ansa eftir tá eg skrivi lýsingar, tí eg selji eisini gamlar lutir. Ein lutur er longu gamal tá hann er eitt- tvey ár, sigur Noomi.

Keypir úr Danmark

- Tá eg keypi inn, hyggi eg eftir tí, sum mær sjálvari dámar ella um fólk hava biðið meg funnið okkurt serligt. Tað er so stuttligt, tá fólk biðja meg finna okkurt, sum tey hava sæð onkra aðrastaðni, tí tá kann eg við gleði svara, at tað kann eg tíbetur ikki. Tað er jú hetta, sum er endamálið við tí heila. At øll ikki hava tað sama, sigur Noomi Juul.

Noomi keypir frá Herholdt Jensen, sum er í Danmark. Sjálv sigur hon, at hetta er næstbesti seljari, ið selur antikvitetir í Danmark.

- Vit hava eitt ógvuliga gott samstarv. Áðrenn hvørja aktión, fái eg ein faldara sendandi, har eg so velji teir lutirnar burturúr, ið eg vil hava. So ringi eg niður og sigi, hvat fyri lutir bjóðast skal uppá fyri meg. Eg eri niðri tvær ferðir um árið sjálv og keypi, fortelur Noomi Juul.

- Tað er ógvuliga ymiskt hvørja ferð, hvat tað er, ið eg bíleggi.

Vert kann eisini vera at nevna, at Føroyar hava, sum einasta land í Europa, toll á antikviteti.

- Tey fyrstu tvey árini var ongin tollur á, men so brádliga settu teir toll á, sigur Noomi.

- Hevði tollur ikki verið á vørunum, høvdu antikvitetir allarhelst verið meira útbreiddir í Føroyum.

Spurd um, hvussu leingi hon ætlar at halda fram við at selja antikvitetir, svarar Noomi Juul:

- Eg eri ikki ung longur, men so leingi kreftirnar eru til tess, vil eg royna at halda fram við at selja. Tað er ongin grund at leggjast hendur í favn, bert tí man er vorðin pensiónist.

Djóraelskari

Sofus, Katja, Snorri og Tór. Nei, tað eru ikki børnini, men djórini, sum Noomi eigur. Sofus er ein 30 ára gamal papageykur, Katja og Snorri eru ketta og frensur, og Tór er ein colliehundur.

- Eg havi tað so ræðuligt tá eg síggi djór, ið hava tað ringt, og eg ikki fái hjálpt teimum, sigur Noomi Juul.

Noomi Juul stovnaði Djóraverndarfelagið á sinni, og var sjálv formaður har í umleið 10 ár. Tá hon fór úr Djóraverndarfelagnum var tað tí, at hon vildi hava ein steðg,

- Men tað merki eg ikki nógv til, sigur Noomi og flennur. -Fólk ringja enn til mín, og telefonstøðin gevur teimum hvørja ferð mítt nummar. Men tað leggi eg ikki so nógv í. Tað er gott at kunna hjálpa, og nú tá eg ikki eri formaður, fái eg ofta hjálpt betur, sigur Noomi Juul at enda í viðtaluni.