Huglagið er sera gott í føroysku landsliðsleguni. Leikararnir taka sær í løtuni av løttum eftir ein dag við venjing og taktikkfundi.
Á kamarinum hjá Nicklas Selvig og Hans Eli Sigurbjørnsson er serliga gott lag.
Har er unnustan, Heidi, komin á vitjan við døttrini Ró og lítlu Emmu ið spælir bólt við pápanum á gólvinum.
Tað er einki at ivast í at Nicklas Selvig vigar familjuna høgt, og hann gjørdi eitt nú av at flyta aftur til Føroya hóast hann hevði møguleika at spæla í bestu donsku deildini.
Eftir at TMS Ringsted í Danmark so bønaði hann at koma aftur vegna skaða, játtaði Nicklas Selvig kortini at hjálpa danska liðnum fram til jóla, áðrenn hann flytir aftur til Føroya.
Kviki vongleikarin fegnast eisini um møguleikan at fáa familjuna á vitjan.
- Tað er ikki á hvørjum landsliðið at hetta letur seg gera, sigur Nicklas Selvig fegin, áðrenn hann leggur afturat, at hann væntar ikki at donsku leikararnir sleppa at fáa slíka vitjan tá teir eru í landsliðslegu.