Báðir partar hava góðtikið semingsuppskotið hjá semingsmonnunum, so talan verður ikki um verkfall á hesum sinni. Terji Sigurðsson váttar, at bæði arbeiðarafeløgini og arbeiðgevararnir hava góðtikið semingsuppskotið, men hann vil ikki gera viðmerkingar til, hvat stendur í uppskotinum.
Tað mugu tit spyrja partarnar um, sigur Terji Sigurðsson.
Tað frættist lítið ítøkiligt, hvat semingsuppskotið gongur út upp á, men tað skilst kortini á lagnum, at talan er um at lønirnar kvinka uppeftir.
Eisini er onkur orðing við um fastlønarsáttmála á flakavirkjunum, men partarnir vilja einki ítøkiligt siga nærri.
Talan er um ein tveyára sáttmála, og partarnir fara at skriva undir á Hotel Hafnia klokkan 18 í kvøld.