Tað er kreppa í donskum landsliðsfótbólti. Danska fótbóltssambandið og landsliðsspælararnir kunnu ikki semjast um treytirnar, fyri at umboða danska landsliðið. Danmark skal í næstum spæla móti Slovakia og Wales í nýggju landsliðskappingini, Nations League.
Ósemjan snýr seg millum annað um, at danska fótbóltssambandið vil sleppa at brúka landsliðsspælararnar sum ímyndir fyri teirra stuðlum. Spælararnir siga, at tað er í lagi, men ikki sum einstaklingar.
Eitt nú hevur stóra danska stjørnan, Christian Eriksen, persónligan sáttmála við klædnarisan Nike, meðan danska landsliðið spælir í Hummel. Her vilja spælararnir gjarna gera lýsingartiltøk, men tað skal vera í bólkum og ikki sum einstaklingar.
Danska fótbóltssambandið, DBU, leitar í løtuni eftir øðrum spælarum at spæla landsdystirnar fyri Danmark, meðan verandi landsliðsspælararnir og fakfelagið hjá spælarunum mæla til, at ongin tekur av. Eisini er ósemja um ferðing og gjaldið, sum spælararnir fáa.
Umboð fyri DBU hava víst á, at um Danmark ikki møtir upp til landsdystirnar, so verður Danmark helst tveitt úr EM2020 kappingini. Fyri kortum bleiv ein undankappingardystur hjá kvinnulandsliðnum avlýstur, tí ósemja var um treytirnar.