Semja funnin: Nólsoyingar varðveita túratalið

Havnameistarin heldur seg hava funnið semju.

- Eg havi í morgun tosað við Strandferðsluna, og vit komu til eina semju um nólsoyarleiðina, sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari í tíðindaskrivi til miðlarnar júst nú. 

 

 

Víðari verður greitt frá, at av tí, at Strandferðslan ikki hevði roknað við einari regulering fyri Ternuna í ár, hava partarnir avtalað, at reguleringin fyri í ár upp á kr. 38.000.- verður útsett til aftan á nýggjár.

 

 

- Við hesum rokna vit við, at skerjingin í túratalinum til Nólsoyar verður tikin aftur, sigur Jónsvein Lamhauge, havnameistari, í tíðindaskrivinum.