Semja í Tinganesi um avtaluna við Russland – ella nýval

Fólkaflokkurin spældi dupultspæl í radaramálinum og hann ger tað aftur, nú fiskivinnuavtala skal gerast við Russland. Hetta ber ikki til. Klárar løgmaður ikki at fáa Fólkaflokkin at ganga í takt, er bara ein virðilig loysn: Nýval

Avtalan um fiskiskap í Barentshavinum hevur í 45 ár havt stóran týdning fyri menningina av okkara fiskiflota og búskapi.

 

Men nú standa vit á einum álvarsomum vegamóti. Spurningurin er, um avtalan skal endurnýggjast ella ikki.

 

Putin ætlar at økja munandi um kríggið. Ikki bara við 300.000 nýggjum soldatum, men eisini við hóttanini um atomkríggj.

 

Hetta gevur avtaluni ein heilt annan politiskan týdning, enn hon hevur havt. Tað ger eisini, at umdømi Føroya kann fáa skaða, gera vit hana. Og tað kann skaða aðrar vinnur.

 

Tað er týðuligt, at alt hetta ikki nervar støðu Fólkafloksins, sum vil halda fram við samstarvinum við Russland uttan mun til alt annað. Men hini í samgonguni eru antin beinleiðis ímóti ella ivasom.

 

Tá so hevur verið í øðrum førum, hevur Sambandsflokkurin altíð bakkað fyri Fólkaflokkinum.

 

Tað tykist løgmaður ikki ætla í hesum føri. Men hann tykist heldur ikki tora at seta Fólkaflokkinum stólin fyri hurðina. Í staðin hevur hann kallað allar flokkar á fund mikudagin.

 

 

 

Alt má á borðið

 

Higartil hevur støðan hjá samgonguni í mun til Ukraina verið lítil virðilig. Andstøðan er hildin uttanfyri allar avgerðir, og støðan hevur púra kategoriskt verið, at Føroyar einki skulu gera, sum kostar okkum nakað. Tosið um at standa saman við Vesturheiminum hevur verið innantómt.

 

Tí er tað sum útgangsstøði gott, at løgmaður nú kallar allar flokkar saman.

 

Men tað má eisini vera meira opinleiki um hetta sum heild.

 

Føroya fólk má fáa tøl á borðið, tá tað snýr seg um avtaluna við Russland. Hvat kostar hon okkum tilsamans? Og hvat gevur hon okkum tilsamans? Tá stovnar undir landsstýrinum sáa iva um avgerandi partar av avtaluni, mugu vit fáa at vita, hvat er upp og niður.

 

Vit mugu eisini fáa at vita, hvussu er við eftirlitinum við teimum russisku skipum, sum fiska við Føroyar. Er tað rætt, sum bæði Vørn og fiskimenn siga, at tað als ikki er nøktandi?

 

Vit mugu fáa at vita hvussu støðan er, og hvussu møguleikarnir eru hjá teimum reiðaríum og teimum manningum, sum fiska í Barentshavinum í dag, um avtalan verður uppsøgd.

 

Vit mugu fáa at vita, um onnur vestanlond síggja eina nýggja avtalu sum brot á tey tiltøk, sum eru sett í verk móti Russlandi. Í tí sambandi mugu vit fáa eina meting av, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri umdømi Føroya – og harvið aðrar vinnur – um avtalan verður endurnýggjað.

 

Uttan mun til, um vit endurnýggja avtaluna ella ikki, kann tað hava stóran týdning. Tí má avgerðin takast í opinleika.

 

 

 

Politiskt dupultspæl

 

Javnaðarflokkurin má eisini ansa eftir ikki at verða drigin inn í eitt politiskt spæl.

 

Hóast nógv helst talar fyri, at tað er skeivt at endurnýggja avtaluna, so er tað ein trupul avgerð, sum kann kosta politiskt. Her eru – latið okkum bara vera ærlig – atkvøður uppá spæl. Serliga í ávísum økjum og innan ávísar fyritøkur.

 

Og tí er løgmaður kroystur av, at Fólkaflokkurin púra treytaleyst vil hava nýggja avtalu. Hann veit, at setir hann seg einsamallur upp móti Fólkaflokkinum, kann hann koma at rinda ein politiskan prís.

 

Kann tað hugsast, at hetta er orsøkin til, at Bárður Nielsen nú brádliga vil geva andstøðuni vald? Vil hann hava ein meiriluta á tingi uttan um Fólkaflokkin?

 

Sagt øðrvísi: Vil hann ikki sjálvur seta seg upp móti Fólkaflokkinum, men hava andstøðuna at gera tað fyri seg? Og vil hann soleiðis hava andstøðuna at rinda tann politiska prísin fyri at taka ta truplu avgerðina?

 

Tað er sætt fyrr.

 

Tá tilmæli skuldi gevast um nýggja NATO-radaran, segði Fólkaflokkurin nei. Tá kundi Javnaðarflokkurin helst framprovokerað eitt val. Men flokkurin helt málið hava so stóran og prinsipiellan týdning, at hann tók ábyrgdina á seg, og tryggjaðu meirilutan fyri málinum.

 

Og Fólkaflokkurin – ja, hann slapp at spæla fríspæl. Meðan formaðurin, Christian Andreasen, alment segði seg vera fyri radaranum, stemmaðu hansara egnu fólk í Uttandsnevndini ímóti. Tey itu Jacob og Elsebeth.

 

Fólkaflokkurin kundi tekkjast øllum, tí hann var bæði fyri og ímóti.

 

 

 

Sama støða

 

Nú er júst sama støða: Meðan Christian Andreasen í hvøssum orðum alment tosar um ”bølmenni Putin”, so sigur hansara egni landsstýrismaður, at ”vit skulu ikki velja okkum vinir og fíggindar”. Og hann ætlar – uttan nakað fyrilit – at gera nýggja avtalu við stýrið hjá sama Putin.

 

Altso: Fólkaflokkurin talar aftur við tveimum tungum og vil tekkjast øllum. Og tær ópopuleru avgerðirnar skulu takast av andstøðuni.

 

Slíkum dupultspæli eigur Javnaðarflokkurin ikki at finna seg í einaferð afturat.

 

Klárar løgmaður ikki at fáa Fólkaflokkin at ganga í takt og sýna ábyrgd, so ein breið semja kann gerast, má hann ásanna, at samgongan ikki er stjórnarberandi. Og so er at skriva út val.

 

Hvørki Javnaðarflokkurin ella restin av andstøðuni eiga at taka hesa avgerðina fyri eina samgongu, sum ikki er virkisfør, tí hon heldur enn at taka ábyrgd vil tekkjast øllum.