Høgni Stórustovu, formaður í Kappingarnevndini vísti í sínum tilmæli á, at hann ikki helt vantandi spæliloyvið hjá Páll M. Joensen vera nóg góða orsøk til, at HB skuldi tapa dystin.
Fráboðanarskyldan
Í grundgevingum sínum førir formaðurin millum annað fram, at málið er sjálvstøðugt mál, og at tað tí ikki ber til at viðgera hetta við støði í málum hjá KÍ í fjør.
Hartil sigur Høgni, at tað ikki fyriliggur nakað formligt krav um, hvussu fráboðanarskyldan hjá feløgunum mótvegis FSF viðvíkjandi spælarahópinum skal umsitast. FSF-reglurnar staðfesta her, at Feløgini hava ábyrgdina av at fráboða allar sínar spælarar til FSF innan 1. mars í kappingarárinum, men einki verður sagt um, hvussu hetta skal gerast. Tí metir Høgni í Stórustovu, at HB hevur lokið sína fráboðanarskyldu, tá felagið læt FSF spælarasáttmálan til góðkenningar. Líkamikið, um spæliloyvið var við í tilfarinum, sum FSF tá fekk frá HB.
Strong tulking
Meirilutin í Kappingarnevndini Rúni Heinesen og Karl Vidtfeldt - heldur hinvegin fast um tær tulkingar, ið áður eru gjørdar viðvíkjandi vantandi spæliloyvum.
Vísandi til grein 14 og 15 verður staðfest, at spælari er at rokna sum lógligur, tá hesin hevur fingið útskrivað loyvisbræv. Samstundis er tulkingin av hesum, at uttan loyvisbrævið er spælarin at rokna sum ólógligur, og at felagið tí ikki kann gera nýtslu av hesum.
Tað er annars vert at bíta merki í, at ein av limunum í Kappingarnevndini, Rúni Heinesen, nú hevur eina aðra fatan av hugtakinum um spæliloyvi.