Semja í Kenya

Tað er líkt til, at Kenya sleppur undan einum oyðandi borgarakríggi Í Kenya eru teir politisku leiðararnir vorðnir samdir um at skipa eina samgongustjórn fyri at fáa enda á teirri politisku kreppuni.

Tað sigur fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum hevur verið semingsmaður ímillum Mwai Kibaki, forseta og andstøðuleiðaran, Raila Odinga

Kofi Annan sigur við BBC, at tað eydnaðist at fáa semju eftir ein fýra tímar langan fund í dag. Hann vil ikki siga nakað um smálutirnar í semjuni.

Kreppan í Kenya hevur kostað minst 1.000 mannalív, og umleið 300.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi.