Fótbóltssambandið og spælararnir á landsliðnum hava gjørt eina avtalu fyri komandi tvey árini. Sostatt verður ongin “”DBU-kreppa” millum spælararnar og føroyska Fótbóltssambandið. Tað váttar Gunnar Nielsen, samráðingarleiðari fyri landsliðsspælararnar.
Hann sigur í samrøðu við FM1, at partarnir nú eru komnir ásamt um eina avtalu, sum er galdandi fyri 2018 og 2019. Hann váttar, at tað er partar av samráðingunum, har partarnir ikki hava verið samdir, men leggur dent á, at allir spælararnir eru stoltir av at umboða landsliðið.
- Nú skulu fólk ikki halda, at vit spæla fyri pengar á landsliðnum, men tað eru altíð nakrar treytir, sum skulu verða í ordan. Vit umboða allir landsliðið í morgin við stoltleika , sigur Gunnar Nielsen.
Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, leggur afturat at tað nokk aldrin hevði endaði við streyku á føroyska landsliðnum, sum tað er endað við á danska landsliðnum.
- Tað hevði nokk aldrin endað við streyku, tí vit eru so góðir við landsliðið og eru so stolir av at umboða tað, sigur Atli Gregersen.
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sum eisini er fyrrverandi danskur liðskipari, helt fyri til venjing fyrr í dag, at ein semja mátti finnast undan hesum dystunum. Hann fegnast um, at tað lat seg gera.
Ósemja hevur verið millum danska Fótbóltssambandið og landsliðsspælararnar. Ósemjan hevur ført til, at Danmark í gjár sendi eitt lið av 2. deildarspælarum til Slovakia, har teir taptu 3-0.
Føroyar spæla í morgin móti Malta í Nations League.