Semja skal rudda slóð fyri samvinnu

STUTT fyri jól frættist, at óformellu prátini millum leiðararnar báðar í føroysku og bretsku samráðingarnevndunum hava sett veruliga gongd á aftur marknamálið, sum annars heilt steðgaði upp undir undanfarna landsstýri.

Bæði løgmaður og formaðurin í føroysku samráðingarnevndini søgdu við blaðið, at nú nærkaðist eini semju í málinum, tó at allar súður ikki vóru syftar. Enn var nógv at fáa uppá pláss, áðrenn nøkur avtala kundi undir-skrivast av báðum pørtum. At løgmaður úttalaði seg til Sosialin beint fyri jól fekk ilt í formannin í Uttanlandsnevndini. Hann helt tað ikki vera rætt av løgmanni at fara í bløðini, áðrenn nevndin varð kunnað um málið. Seinni hevur hann fingið frágreiðing frá løgmanni og sigur seg vera nøgdan við hana og staðfestir um somu tíð, at tað gongur tann rætta vegin í málinum. So er tað komið uppá pláss.


SUM málið liggur í løtuni tykist loysn í ljósmála. Hetta eiga vit øll at fegnast um, men tá einki er likið fram um, hvussu henda møguliga loysnin fer at síggja út er ringt at gera nakrar viðmerkingar. Tó vita vit so mikið, at tað verður samráðst út frá miðlinjuprinsippinum. Men tá talan er um fleiri versiónir av hesi miðlinju og grásonur millum hesar, er sjálvandi ilt at meta um, hvar eitt mark fer at vera og í hvønn mun vit og hin parturin missa.


VIT hava áður á hesum stað gjørt vart við, at upprunaligu bretsku krøvini vóru fullkomiliga órímulig. Vit hava eisini sett spurningin, um bretar hava verið so taktiskir, at teir ongantíð hava roknað við at fáa nakað viðhald í sínum upprunakravi men vitandi og miðvíst hava brúkt hetta til at fáa tað burtur úr í sluttspurtinum, sum teir nú møguliga síggja út til at fáa. Hetta eru so metingar. Men tá bæði samráðingarfólk, løgmaður og uttanlandsnevnd síggja nakað positivt í tí loysn, sum arbeidd verður við, so mugu vit bara seta okkara álit á, at hetta er tann loysnin, sum tænir og gagnar okkara landi og fólki. Vit kunnu sjálvandi ongantíð vera vís í, at ikki bretar eftir eina semju verða fyrstir at finna oljukeldur og tað kanska í einum øki, sum undan semjuni lá okkara megin okkara versión av miðlinjuni.


TAÐ hevur sum heild verið arbeitt skilagott frá okkara síðu í hesum máli, og okkara politikarar hava stórt sæð dugað at staðið saman. Nú mugu vit bara vóna, at teir eisini standa saman, tá ein møgulig avtala verður gjørd. Vit hava øll verið samd um at virka út frá miðlinjuprincippinum. Fyri at koma til sættis tykist so vera neyðugt at taka hædd fyri, at bretar hava eina aðra útlegging av somu miðlinju. Tá hetta málið er komið uppá pláss mugu føroyskir og bretskir myndugleikar fara undir eitt konstruktivt samstarv eitt nú á oljuøkinum í sambandi við útbjóðingar, framtíðar infrastruktur, tænastuveiting osfr.