Kemur eitt av teimum nógvu tangaskipunum, sum sigla ígjøgnum Stórabelti, í neyð av einari ella aðrari orsøk, skal tað togast inn til Kalundborg ella Middelfart. Hendir tað í Norðsjónum, skal skipið togast inn til Esbjerg, og hendir tað í Eystrasalti, eru tvey pláss við Bornholm at velja ímillum.
Tey boðini eru komin frá danska umhvørvisstýrinum, men tey hava ikki fingið góða móttøku allastaðni. Í Kalundborg og Middelsfart eru fólk í øðini, tí tey bera ótta fyri oljudálking frá tílíkum skipum. Borgarstjórin í Kalundborg, Tommy Dinesen, vil ikki góðtaka, at neyðstødd tangaskip verða togað inn á fjørðin, fyrr enn øll oljan er pumpað úr tangunum.
Á Bornholm eru fólk eisini sera misnøgd við avgerðina hjá myndugleikunum at peika á tvey pláss har sum neyðhavnir. Tey siga, at strondin á Bornholm er sera viðbrekin, og at tað kom týðiliga til sjóndar, tá kinesiska farmaskipið "Fu Shan Hai" sakk nærhendis oynni herfyri.
ES hevur givið Danmark boð um at peika á støð, sum eru egnað sum neyðhavnir, um oljutangaskip koma í neyð í donskum sjógvi, og viðurskiftini skulu vera fingin upp á pláss í seinasta lagi 5. februar næsta ár.