Semja um ráevnislóg

Tað var full semja í grønlendska Landstinginum í gjár, tá tingið viðgjørdi ta nýggju ráevnislógina, sum gevur grønlendingum ognarrættin og ræðisrættin til at umsita og gagnnýta ráevnini í landsins undirgrund. Lógin kemur í gildi á nýggjárinum.

Umframt ásetingarnar um ræðisrætin sigur lógin, at Grønland skal hava inntøkurnar av ráevnisvinnuni, men at tær skulu mótroknast í blokkstuðulinum burtursæð frá teimum fyrstu 75 milliónum krónunum, sum fara í grønlendska landskassan.

Tá blokkstuðulin kemur niður á 0, skulu grønlendingar og danir samráðast av nýggjum um fíggjarviðurskiftini landanna millum.