Tíggju lond, teirra millum Russland, Noreg og Svøríki, skrivaði fyrradagin undir eina semju um at beina fyri ymsum kjarnorkuburturkasti á Kolanesinum.
Í fyrsta umfari snýr tað seg um gamlar kjarnorkuriknar russiskar kavbátar, sum liggja fyri akkeri á fleiri víkum á Kolanesinum, og í øðrum lagi er talan um nøkur skip, sum liggja í havnini í Murmansk fermd við kjarnorkuburturkasti. USA var við í samráðingunum, men vildi ikki skriva undir, tí landið er ikki nøgt við ásetingarnar um, hvør hevur ábyrgdina, um eitt óhapp hendir undir ruddingararbeiðinum. Amerikanarar hava kortini lovað at gjalda ein part av tí, sum arbeiðið fer at kosta.
Svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lindh, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum, sigur, at ES hevur játtað umleið eina milliard krónur til ruddingararbeiðið og til at nútímansgera russisk kjarnorkuverk.