Í dag fara bretski forsætisráðharrin, David Cameron, og skotski fyrstiráðharrin, Alex Salmond, at skriva undir ein sáttmála um, at skotar kunnu halda fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi.
Partarnir hava tingast í fleiri mánaðir. Eitt nú hevur ivi verið um sjálvan spurningin, men nú er greitt, at skotar skulu svara ja ella nei, um teir taka undir við, at Skotland loysir frá Onglandi og gerst sjálvstøðugt land.
Partarnir eru eisini samdir um, at í sambandi við fólkaatkvøðuna verður valrættaraldurin lækkaður til 16 ár, og at fólkaatkvøðan verður hildin í seinasta lagi í 2014.
Meiningakanningar vísa, at skotar taka ikki undir við loysing. Eftir teirri seinastu kanningini eru bara 28 prosent fyri at loysa.