Sáttmáli
Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið undirskivaðu, 26. februar, semju um nýggjan sáttmála, sum verður galdandi í tvey ár - frá 1. oktober 2003 til 1. oktober 2005.
Í tíðindaskrivi, sum Fíggjarmálaráðið hevur sent fjølmiðlunum, verður sagt, at karmurin í semjuni er umleið 9%, og at ein lønarhækking er avtalað.
Frá 1. oktober 2003 verður eitt lønarstig eyka við 7 ára starvsaldri, og broyting er eisini gjørd í lønini hjá gongsgentum á seingjardeild.
- Ymiskar broytingar eru eisini gjørdar í sáttmálatekstinum og veitingum í sáttmálanum.
Víst verður á, at avtala er gjørd um serstaka fríviku, og
eru 2% av nevnda "karmi" er brúkt til tann partin.
Avtala er eisini gjørd millum partarnar um førleikamenning.