Send eina heilsan til Lindu

Heimasíðan hjá DR1 hevur upprætta vangamyndir av luttakarunum í X-Factor, har luttakararnir greiða frá sær sjálvum, og til ber eisini at senda eina heilsan til tey. Føroyska Linda Andrews er komin rættiliga langt í X-Factor kappingini, og nú ber til hjá okkum øllum at senda Lindu eina heilsan. Heimasíðan www.dr.dk hevur vangamyndir av teimum ymsu luttakarunum, og áhugi hevur verið sýndur fyri at senda heilsanir til sangararnir.

Linda greiðir millum annað frá hennara uppvøkstri í Føroyum, og til ber at síggja ymsar kykmyndir av framførslum hjá henni. Til ber eisini at skriva eina heilsan til luttakararnar, og í skrivandi løtu eru heilsanirnar soleiðis býttar:

 

Mohamed fra X Factor hevur fingið 58 heilsanir

 

Asian Sensation fra X Factor hevur fingið 66 heilsanir

 

Seest fra X Factor hevur fingið 25 heilsanir

 

Linda fra X Factorhevur fingið 21 heilsanir

 

Sidsel fra X Factor.hevur fingið 55 heilsanir

 

Lucas fra X Factor hevur fingið 59 heilsanir

 

Alien Beat Club fra X Factor hevur fingið 29 heilsanir

 

Tårnhøj fra X Factor hevur fingið 11 heilsanir

 

Claus fra X Factor hevur fingið 11 heilsanir