Send yvirmannin heim

? ? ?

Viðvíkjandi úttalilsi frá einum yvirmanni á Triton til Berlingske og Jyllandsposten, skal eg bara siga, at í tey ellivu árini eg sigldi við Ólavi Halga, var eg við til fleiri hundrað kanningar umborð á føroyskum og útlendskum skipum.

Slíkt sum hesin yvirmaðurin sigur gongur fyri seg kenni eg einki til, og eg fái meg heldur ikki at trúgva, at tað er so.

Kann »marinan« ikki finna út av hvør hesin yvirmaðurin er og senda hann heim, so haldi eg at bert eitt er at krevja, og tað er, at allir yvirmenn á Triton vera at senda heim, tí at úttalilsi av hasum slag kunna vit sum føroyingar ikki góðtaka.


Andreas Rein