Fótbóltur
Beinleiðis útvarping av dystinum verður nevnliga partur av leygardagsskránni hjá Rás2, sum annars eisini fer at senda bátaradio úr Vestmanna hendan dagin.
Umframt at sent verður beinleiðis, er Rás2 eisini við til at stuðla innsavnanini, sum er partur av dystinum. Peningurin frá hesum fer til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum, og kunnu lurtarar hjá Rás2 lata sín stuðul við at senda tekstin LSH í SMS-boði til 1940.
- Vit royna støðugt at skapa spennandi radio til mongu lurtararnar hjá okkum, og vit síggja hetta sum eitt upplagt høvi at breiðka sendiflatuna. Hóast hetta ikki er ein almennur A-landsdystur, so halda vit avgjørt, at dysturin er áhugaverdur. Og kunnu vit so samstundis stuðla einum góðum endamáli, er tað bara heilt fínt, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.