Sendið skip at hjálpa flóttafólkum

- Føroyingar eiga at senda eitt skip í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum, og vit kunnu eisini rinda fyri, at eitt útlendskt skip verður sent í Miðjarðarhavið at bjarga flóttafólkum.

 

Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen, sum hava lagt eitt uppskot fyri tingið um hjálp á staðnum, har flóttafólk missa lívið í royndunum at finna eina betri tilveru.

- Hava vit einki skip sjálvi, vit kunnu senda, kunnu vit fíggja, at eitt annað skip verður sent í Miðjarðarhavið, leggja teir afturat.

 

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, greiddi í dag frá á Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.