Sendifólk kosta 450.000 í leigu um mánaðin

Almennu Føroyar gjalda meiri enn fimm milliónur krónur um árið í leigu fyri sendifólk uttanlands

Almennu Føroyar gjalda meiri enn 450.000 krónur í leigu um mánaðin fyri sendifólk uttanlands.

Tað vísir uppgerð, sum Miðlahúsið hevur fingið frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Føroyar hava sendistovur í Reykjavík, Keypmannahavn, London, Brússel og  Moskva.

Leigukostnaðurin fyri sendifólkini umfatar bæði leigu av skrivstovuhølum og leigu av bústaði hjá sendifólkunum.  

Dýrasta sendistovan er tann í London, sum kostar góðar 123.000 krónur í leigu um mánaðin. Sendistovan í Keypmannahavn kostar góðar 105.000 krónur um mánaðin.

Samanlagt gjalda Føroyar 5,5 milliónir krónur um árið í leigu fyri skrivstovur og bústaðir hjá teimum fimm sendifólkunum.

Sendistova (leiga av skrivstovu/leiga av bústaði)

Reykjavík (16.578 kr./29.000 kr.)
Brússel (71.245 kr./26.040 kr.)
London (85.000 kr./28.300 kr.)
Keypmannahavn (89.375 kr./15.687 kr)
Moskva (95.000 kr fyri bæði skrivstovu og bústað)