Útvarpið hjá Kringvarpinum var við, tá Hoyma tiltakið var hildið í Gøtu 9. november, tað var útvarpsmaðurin Uni L. Hansen, ið var húsagongd við mikrofonini.
Hoyma var eitt tiltak har 10 vanlig sethús í Syðrugøtu og Norðagøtu løgdu stovu til tilsamans 20 konsertir við 10 av okkara fremstu tónlistafólkum og bólkum.
Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum ber nú til at hoyra sendingina, ið varð send sunnudagin 29. desember. Niðanfyri hesa greinina liggur leinkja til sendingina.
Vit hoyra bólkar sum Marius, Hamferð, Kára Sverrisson, Stanley Samuelsen, Frostfelt, Lyon og Hallur, Kristinu og Bidda
Her er framførslan av lagnum Nærveru hjá Marius longu blivin eitt hitt og framúrskarandi intensa upplivingin av Deyðum Varðum hjá Hamferð er absolutt verd at lurta eftir.
Vit hoyra framførslur, har bólkarnir spæla uttan mikrofon og uttan naka slag av ravmagnsforsterkan av ljóðførum. Eisini hoyra vit prát við bólkar og áskoðarar.