Í morgun varð eitt skriv, ið skuldi eitast at vera frá Miðflokkinum, send føroyskum miðlum. Skrivið varð sent frá eini dulnevndari adressu, har orðið Miðflokkurin var við, men boðskapurin var heldur sjáldsamur. Boðskapurin var nevniliga, at Miðflokkurin fer at taka málið upp í landsstýrinum um at broyta navnið á høvuðstaðu okkara, Tórshavn, til Guðshavn.
– Tað er ótíðarhóskandi at okkara høvuðsstaður stendur til heiðurs fyri heidna trúgv úr tíðini áðrenn tjóðin varð frelst, skuldi tankin frá Miðflokkinum vera. Tí skuldi høvuðstaður okkara hava eitt navn, sum sipaði til at vit eitt kristið land við kristnum siðaarvi.
Tað vóru miðlar, sum almannakunngjørdi skrivið, men síðani er tað strikað aftur, og Miðflokkurin hevur eisini gjørt vart við, at tey hava einki við hetta at gera, men at onkur hevur sent hetta upp á nakkan av teimum.
Fólk hava fingið eitt sindur av skemti burtur úr hesum og onkur hevur ført fram, at skal Tórshavn skifta navn, skal tað vera til Kantórshavn...