Tummas Poulsen frá Reyða Krossi staðfestir, at tey hava havt munandi minni at tykist við á ársins G!-festivali, samanborið við undanfarin ár. - Tað einasta var ein drongur, sum var kaldur, men honum tóku vaktirnir sær skjótt av. Ein orsøk til friðin er, at fleiri festivalgestir fóru til hús í gjárskvøldið, sigur Tummas Poulsen, sum frøist um, at tað hevur verið lítið at gjørt.
Í fjør vóru umleið 100 ferðir, at boð vóru eftir Reyða Krossi.
Reyði Krossur er at hitta á telefon 283629, um onkur kemur illa fyri.