Tróndur í Gøtu hevur verið og kannað útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í føroyskum sjógvi um summarið, tá hesi uppsjóvarfiskasløg leita sær føði norðanfyri. Eisini skuldi útbreiðsla í føroyskum øki kannast í mun til sjóvarhitan og nøgd av æti í sjónum.
- Henda kanning er partur av felagskanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar, Grønland og Noreg, har føroyingar kannaðu føroyska økið, økið vestur móti Íslandi og økið eystur í norskan sjógv.
Hyggja vit eftir, hvussu sær út við sildini, vísir Havstovan á, at nógv sild var at fáa í einum øki frá eystan fyri Føroyar og í ein útnyrðing móti Íslandi.
- Sildin eystan fyri oyggjarnar er helst av slagnum heystgýtandi sild, meðan norðhavssildin er í økjunum norðan fyri Føroyar og yvir í íslendska økið.
Havstovan veit at siga, at sildin eystan fyri Føroyar var í miðal um 30 sentimetrar long, meðan norðhavssildin var størri. Miðallongdin á norðhavssildini var 33 sentimetrar, og miðalvektin var 321 gram.
Størsta sildin var at síggja í vestara parti av kanningarøkinum.
- Í aldursbýtinum sæst, at lutfalsliga nógv var til av 12 ára gamlari sild. Hetta er 2004-árgangurin, ið var seinasti góði árgangurin av norðhavssild. Síðan tá hevur tilgongdin verið sera lág, tíverri, verður lagt aftrat.