Sera stórt vónbrot á Svangaskarði

NSÍ fór við øllum, eftir at B68 hevði verið frammanfyri í meiri enn ein tíma

NSÍ hevur í dag vunnið grannadystin á Svangaskarði 2-1. Vónbrotið er øgiligt millum toftamenn. Heimaliðið tóktist frá dystarbyrjan at vera ógvuliga motiverað. Setningurin var at vinna fulla úrtøku og harvið at styrkja um stðuna í botnstríðnum, har B68 eftir sjey umfør hevði eitt stig.

 

B68 var grammari í nærdystunum, og inntil tað restaðu átta minuttir, var tað NSÍ sum rann aftaná. So var tað, at innskifti Búi Egilsson javnaði eftir innlegg úr vinstru frá Peturi Knudsen, og tá ið stóripinnur hevði verið fýra ferðir eyka runt, skoraði NSÍ sigursmálið. Málskjútti var innskifti Dion B. Splidt, sum leingi hevur verið skaddur, og sum varð skiftur inn í 63. minutti. Aftur var tað Petur Knudsen, sum átti uppleggið.

 

Ágangandi B68 spælið bar við sær, at heimaliðið eftir lítið korter legði seg á odda 1-0. Tað var við brotssparki, at Bartal Páll Klein setti bóltin í netið. Hann var í dag fremsti maður hjá B68. Aftanfyri hann vóru Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen og Villiem Emil Klein. Teir vóru sera ágangandi, og saman við verjukendu miðvallarunum Sebasian Lau Nielsen og Aleksander Ó. Jensen høvdu teir takið.

 

Í stóran part av tíðini vóru NSÍ spælararnir ikki so grammir. Teir runnu minni fyri hvørjum øðrum, enn heimamenninir, og teir vunnu fáar nærdystir.

 

Leingi sá tað út til, at B68 fór at halda tørn um leiðsluna, og út frá støðum og málmøguleikum, so kendist tað sum um, at tað var tættari, at B68 fór at økja um leiðsluna, heldur enn at NSÍ fór at javna.

 

Petur Knudsen var í vinstru hvassasta álopsvápnið hjá NSÍ. Heimamenninir vistu, hvussu vandamikil hann er, og tá ið hann fekk bóltin, so vóru tað beinanvegin tveir eftir honum.

 

Men fram ímóti dystarenda eydnaðist tað hjá Peturi, sum vísti, hvør dugur er í honum, tá ið hann legði upp til bæði málini og harvið átti lyklaleiklut í, at NSÍ legan fegnaðist um, at tað kortini eydnaðist at vinna trý stig, tá ið tað leingi sá út til, at teir gulu og svørtu fóru at draga svart.