Sera stuttur summarsteðgur

Landskappingin fer í summar bara at halda frí tey bæði síðstu vikuskiftini undan og tað fyrsta eftir Ólavsøku

FORMULA 2008

 

Tann tíðin er farin, tá ið tað bar til at vera fótbóltsspælari í fremstu røð og samstundis bar til at halda summarfrí frá fótbóltinum. Serliga hjá teimum, sum eiga altjóða avbjóðingar á, verður summarsteðgurin stuttur.

Sambært uppskotinum til kappingarskrá fyri 2008, sum FSF hevur sent feløgunum til ummælis, so verður tað bara tey bæði síðstu vikuskiftini undan Ólavsøku og fyrsta vikuskiftið eftir Ólavsøku, at eingin Formula fótbóltur verður á hásumri.

15. umfarið verður tað síðsta undan summarsteðginum. Sunnudagin 13. juli verða tríggir teir síðstu dystirnir spældir: ÍF-KÍ, B68-B71 og B36-EB/Streymur. GÍ og Skála fara at spæla leygardagin 12. juli, og longu hósdagin 10. juli fer NSÍ at faa vitjan av HB. At dysturin í Runavík verður framskundaður kemst av, at NSÍ skal luttaka í europeisku meistarakappingini.

Fyrsta umfarið eftir summarsteðgin verður mikudagin 6. august. Tá sær fyribils skráin soleiðis út: EB/Streymur-NSÍ, HB-GÍ, Skála-ÍF, KÍ-B68 og B71-B36.

 

Ofta mitt í viku

Viðhvørt verður tað stutt ímillum umførini í landskappingini. Sjáldsama ofta er ætlanin at spæla landskappingardystir mitt í viku. Hetta kemst ivaleyst av, at páskirnar liggja so tíðliga í ár. Seinnu árini hava fleiri umfør verið á skránni um páskahøgtíðina. Soleiðis verður tað ikki í ár. Páskadagur er sunnudagin 23. mars, og fyrsta umfarið í landskappingini verður eina viku seinni.

Um ætlaða skráin verður veruleiki, so verða tað í 2008 kappingarárinum fimm umfør mitt í viku.

Tað ber stór krøv til spælararnar við sær, og tað sigur seg sjálvt, at tað eisini ber stór krøv við sær til ítróttarpressuna, sum tað verður roknað við skal fylgja við og bæði leggja upp til og eftirmeta einstøku umførini. Fleiri ferðir verður spælt mitt í viku í hægstu summarfrítíðartíð.

Fyrsta ferðin, at fimm dystir verða á skránni yrkakvøld verður mikudagin 30. apríl, sum er kvøldið fyri Kristi Himmalferðardag. So verður spælt mikudagin 21. mai, mikudagin 18. juni og mikudagin 6. august. Síðsta ferðin, at umfar verður mitt í viku verður mikudagin 20. august og hósdagin 21. august, tá ið 19. umfar verður á skránni.