Serbar fáa pengar fyri at lata seg koppseta

Nýggja átakið í Serbia kann gerast tað fyrsta av sínum slag í heiminum.

Serbiski forsetin, Aleksandar Vucic, lovar nú sínum landsmonnum pengar, um fólk vilja lata seg koppseta mót koronu í mai.

 

Gjaldið aftur fyri at lata seg koppseta er 3000 dinarar, sum svarar til einar 220 krónur.

 

Aleksandar Vucic segði við lokalar miðlar í dag, at hann vil løna teimum, sum vilja taka ábyrgd og lata teg koppseta.

 

Í Serbia vóna tey,  at tríggjar miljónir fólk fara at lata seg koppseta í mai. Higartil eru 1,3 miljónir serbar koppsettir, og fólkatalið í landinum liggur um sjey miljónir.

 

NTB skrivar, at talið av teimum, sum lata seg koppseta í Serbia, hevur verið í minking seinastu tíðina.

 

Farsóttarserfrøðingurin, Zoran Radovanovic, sigur seg ikki vita um onnur lond, sum hava latið sínum íbúgvum gjald fyri at lata seg koppseta.

 

Nýggja átakið í Serbia kann tískil gerast tað fyrsta av sínum slag í heiminum.