Hósnáttina leyp russiski forsetin, Vladimir Putin, aftur á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og tá til stykkist kom, lógu heili 31 fólk eftirá.
- Tíverri eru nú staðfest 31 deyð eftir russisku álopini, harav fimm børn. Yngsta barnið, sum læt lív, var bert tvey ára gamalt.
Hetta skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á Telegram í morgun, samstundis sum hann vísir samkenslu til øll tey, sum mist hava.
Forsetin leggur aftrat, at stóra bjargingarátakið, sum hevur verið í gongd í samband við russisku álopini á Kyiv, nú eru liðugt.
Hósmorgunin varð fyrst boðað frá seks deyðum, men tølini yvir deyð og løstað eru vaksin so hvørt, sum bjargingarliðini hava leitað í húsaleivdunum.
- Aftrat teimum 31, sum eru staðfest deyð í russisku álopunum, eru 159 løstað, harav 16 børn, sigur Volodymyr Zelenskyj.
Sambært The Kyiv Independent var russiska álopið móti ukrainska høvuðsstaðnum hósnáttina tað deyðiligasta í krígnum higartil.
##med2##