Seriøst, onki brek er vælskapt!

Medisinska tøknin gevur okkum nú ein frágera kjans at velja okkara egnu børn, og so gera børnini hjá børnunum til nøkur uppaftur betri børn

Hevur tú hoyrt hasa har um tann fitta terroristin? Optimistiska javnaðarmannin? Nei, hugsaði tað nokk. Og soleiðis er tað eisini við breki, ella tarni—núliga útgávan av tí, at vera evnaveikur.
Onki eitur jú óbrekað brek. Kennir tú kanska nakran blindan ella deyvan persón, sum ikki hevði givið eitt oyra ella tvey so at kunnað hoyrt ella sæð aftur? Hetta, at fifla við orðum fyri at betra um støðuna hjá ella fatanina av handikappaðum, at glorifisera tey, hevur neyvan verið so nógv í tí høga sum nú.
Og tey, ið hava brúk fyri at gera menningar- ella rørslutarni til nakað frálíkt, nakað meiri, enn tað í veruleikanum er, teljast samtíðis millum hasi, haldi eg, ið eru minst erlig og mest virðingarleys mótvegis brekaðum persónum. Sum um, at tey brekaðu ikki eru góð nokk... sum brekað.

Ókey, hvat er eitt inflaterað orð ella trý millum vinir, hugsar tú helst. Hvat ger tað, um vit siga “fólk við breki” heldur enn “brekað”? At síggja til, apsalutt einki—um tú líka gloymir djúpgongdu niðranina ímóti teimum, tú av fyrstan tíð royndi at uppgradera ella “verja”: tey brekaðu.
Men tey, ið víkja frá normalinum, verða tíverri brúkt av nógvum hampafólki sum eitt kærkomið áminnilsi um hvat tey sjálvi ikki eru, og hvussu kristiliga takksom tey eru fyri hetta. Tey tosa væl og gjølla um, hvussu glað vitonnur eiga at vera fyri hesi ófullkomnu mannaverum, men látast at gloyma, hvussu tað man vera hjá teimum at vera júst tað.
Sjálvandi, tá fyrst komin, skulu andliga og kropsliga skerd individ vera hjartaliga vælkomin og viðurkend, men framburðssinnaði spurningurin stendur tó við—nevniliga: “Høvdu tey ikki verið nógv glaðari uttan nakran merkisverdan meinboga?”
Skilvísa fylgjan er tí, at við at kanna teim ófullføru heiti og eginleikar, tey eginliga ikki hava, enda vit í einum partvíst óavvitandi vavgreyti, ið ger tað óneyðugt og truplari hjá øðrum, ið ikki enn hava brek, og ikki enn eru til, at sleppa undan somu brekum.

Av hesum vavgreyti fara eisini føroyingar at havna í einum dilemma: “Eigur tað vera loyvt at gera fosturkanningar til tess at velja eitt fostur burturúr við abnormalitetum, tá ið meri fullfør, sunn ella óbrekað fostur eru til?” Tað er onki Harry Potter at hugsa, at deyv foreldur og Javni í hóslag við Sinnisbata halda seg vera diskriminerað ímóti, um ikki tey sleppa fáa eitt deyvføtt barn ístaðin fyri eitt, ið ikki fær brúk fyri einum gerandisligum uppihaldi á Frælsinum.
Hetta átti ikki verið eitt ivamál, nei, men er tað vegna eini óhjálpsamari prísan av teimum, ið bera frá, tí verri stadda, ið aftur er eitt úrslit av eini óhepnari og, ikki minst, militantari tulking av “Guds vilja” og javnstøðu.
Vísindin er væl útliðin á hesum øki, og tí fara valmøguleikarnir bara ein veg. Uppeftir. Og menningin krevur, at vit finna útav, hvat tað, at vera menniskja, er fyri nakað.

Luddistiskt, kanska, men grundliggjandi eri eg ímóti ísáðing, av tí at eg ikki meini, at tað er ein rættur at fáa børn, men ein møguleiki... og jú, eg helt tað sama áðrenn eg endaði við fýra børnum, øll óhapp—broyt tín føðsluprofil ella ættleið! Men tað er har, og komið fyri at vera, og medisinska tøknin gevur okkum nú ein frágera kjans at velja okkara “egnu” børn, og so gera børnini hjá børnunum til nøkur uppaftur betri børn.
Ein moralsk minuleið, víst so, men tó ein leið, vit koma at velja. Tað besthugsandi barnið hjá Boga og Birnu er ikki neyðturviliga tað, Ragnar og Rósa høvdu valt. Og her er tað, at lóggáva, ella rættari, politikkur, skal standa sína roynd. Eg eri sjúkliga liberalur av lyndi, og havi tí ógvusligt álit á massanum, at fólk hvør einsæris vita best. Mær dámar ikki lóggávu ella forboð undantikið tá ið grundliggjandi universalrættindi mugu verjast. Eg stuðli einum politikki, har fólk sjálvi, tað veri seg samkynd og nekarir eins væl og Bergur og Bergtóra úr Bø, sjálvi velja sítt perfekta barn. Tí hevði eg stuðlað eini lóggávu, ið forbjóðar fólki at velja eitt ónormalt fostur framum eitt vanligt eitt.
At velja eitt deyvt fostur heldur enn eitt, ið hoyrir, og annars onki feilar, er ok javnstøðisliga, men tá ið hetta er at krypla mannaættina, ein versnan av henni og, ikki minst, óhoyrt ómoralskt mótvegis hesum spildurnýggja menniskja uttan hoyrn, má rætturin til hoyrn og optimal eyðkenni altíð trumfa samhoyriliga afturstigs-ynskið hjá fólki.
Flest okkara halda tað vera perverst at vilja slíkt. Men ikki tey deyvu ella deyv foreldur og javnstøðis-aktivistar ella Jesus-prísarir. Trúliga, nøkur teirra vilja eitt deyvt barn, sum tey halda hevði riggað betur inn í teirra familju, eina deyva eina. Tey, eins og so nógv onnur brekað, taka sær tykni av hugskotinum um, at fostur í teirri støðu verða, sambært teimum, lúkað burtur.
Í sini ávirkan betýðir ílegustýring, at mongolar og onnur andaliga ófullfør so líðandi enda sum nakað, ið hoyrir fortíðini til. Argumentið er forbistrað, av tí at tað snýr seg um, hvat vit halda um brek og tey brekaðu, men eisini nýggj menniskjalív.

Sjálvur eri eg ófrávíkiliga sannførdur um, at tú skalt velja tað normala framum tað ónormala, har tað ónormala er sameint við verri vánum um eitt sera gott lív. Eg haldi, at tað væl ber til at hava eitt gott lív sum deyvur ella blindur, men eg haldi eisini, at eitt deyvt barn stendur fyri bágsteinum, ið hoyrandi børn ikki gera. Afturat hesum er tað okkara skylda at styrkna menniskjað, at tilvitað fara eftir tí besta.
Lívfrøði vísir okkum í alt størri mun, at stórir klunkar av lívinum eru genbestemtir. So tað er ikki bara um vit hava systiska fibrosu, deyvleika ella astma, ið ásetir, hvussu gott eitt lív vit fáa, men eisini um vit eru før fyri at lesa og analysera, hvusssu glað og vøkur vit eru, og í stórum brotum er alt hetta eitt úrslit av einum rættiliga stórum genetiskum determinanti.
Hetta merkir forrestin ikki, at tú kanst neyðtaka og buka alt av, ið rørir seg á Áarvegnum við undanførsluni, “genini, Bergleif, genini”, tá ið moralur, førleikin at skyna millum rætt og skeivt, so væl og virðiliga er fullbúgvin tíðliga í fólkaskúlaalduri; og tí skulu øll ábyrgjast fyri sínar illgerningar.

So hvat tí viðvíkur at kanna okkara avkom við best hugsandi møguleikum í lívinum, tá eiga vit eisini, akkurát sum vit velja sunn børn, velja børn við betri vánum um betri lív.
Hjá mær at síggja, er hvat sum helst, ið minkar um okkara møguleikar at hava eitt gott lív, eitt brek. Gleðisklappandi naturalistar óttast eina, við tíðini, homogeniseraða mannaætt, sum fer at “avlíva menniskjaligt margfeldi”. Men til tað má eg bara viðganga, at eg ikki dugi at síggja, hví margfeldi hevur nakað eksistentiellt virði. Eg meini, fortel einum neyðtøkuoffri ella spastikara, at tilvildarligt ílegufrávik er nakað gott, og vert at varðveita. Har eru nøkur fyribrigdi, eyðkenni, ið heilt klárt eru góð, og nøkur, ið bara eru ring. Og so ein ógvuslig grásona. Hví ikki promovera persónseyðkenni, sum eru góð, og mótvirka ella eliminera tey, sum eru ring?
Hetta er væl minni frikut, enn tað kanska ljóðar. Eg elski míni børn treytaleyst, men kortini gevi eg teimum illasmakkandi tablettir helst í tí følsku trúgv, at tær onkursvegna fara at betra um teirra fatanarliga førleika. Og eg havi grúuliga trupult við at síggja nakran ósamanhang, ella frákopling, millum treytaleysan kærleika og tað, at royna at ávirka teirra biologi til tess at geva teimum eitt betri lív.
Kristin og sosialdemokratar vísa á, at eitt er “viðgerð”, sum fær fólk at blíva til tað, tey vóru áðrenn, eitt annað er “styrking”, sum fær fólk at blíva “betri enn frísk”. Men hetta er ein falskur skilnaður. Beint tá ið eg bleiv vaksineraður ímóti menighitis, hevði eg ikki sjúkuna. Eg bleiv styrktur. Eg bleiv betraður.
Men sjálvt um har er ein munur—hvat so? Um eg uppdagaði, at míni foreldur høvdu kunnað gjørt meg nógv klókari og vakrari, og longt um mín livialdur, bert við at høgraklikka músina, og soleiðis flutt eina ílegu tveir nanometrar í ein útnyrðing, men valdu ikki at gera tað, tá hevði eg blivið svakur.

Heilt generelt, minni tarni og vanføri, betri er tað, tí tað er eitt ótrúliga sigandi ósambæri mllum førleikan at elska og verja um onkran við breki, eitt nú ein mongol, at hátíðarhalda hansara avrik og alt annað, og so tað, at familjur, ið longu hava ein mongol, fyri alt í verðini ikki ynskja ein afturat.
Konfronterað við obligatoriska læknaspurninginum “og ynskja tygum eina snarkanning fyri mongolismu”, svarar familjan: “Vit elska okkara lítla mongol, vildu ikki havt tað øðrvísi, ein gáva frá Honum... men... pssst, jú, kanna, kanna for fanin, kanna ordiligt, og syrg fyri, at tað ikki hendir aftur”!
Hetta er ikki at háða evnaveik, og í veruleikanum er tí onki samband millum foreldrakærleika, hetta, at vinna á ella hevja seg upp um knústar dreymar, hvat tað, at finna útav, at tú og tín elskaði hava fingið ein mongol, so avgjørt er, og altruistiska ynskið at minka um brek í sjálvum sær.
Allíkavæl halda nógv brekað fast við, at tað, at reinsa verðina fyri fostrum við breki, ber boð um eina andstyggiliga mannaætt. Hinvegin eri eg forbiið vísur í, at tá ið deyv foreldur velja eitt deyvt barn, er tað meiri til gagns fyri tey, og ikki til barnsins egna besta. Og hugskotið, at vit fremja ólíkarætt við at forða fólki at, við vilja, valda skaða, er at toyggja rættindismentanina nóg so nógv. Serliga, tá ið brekað halda tað vera í lagi at velja eitt deyvt barn ella mongol, men ikki í lagi at velja eitt atletiskt ella vakurt eitt.

Við mínum besta vilja skilji eg ikki, hvussu ábyrgdarfull foreldur kunnu finna uppá at invalidera sítt egna barn. Jú (hendurnar upp!) tað er at lúka burtur, at hindra fólki at velja eina óhandikappaða mannaveru ístaðin fyri eina handikappaða eina, og yvirhøvur at kýta okkum fyri at betra komandi menniskju.
Men hvat er nú galið við hesum? Hví eru vit so bangin fyri supermenniskjum? Menniskjaliga gróðrarlínan er í støðugari menning, og okkara forfedrar høvdu ivaleyst skírt okkum “supermenniskju”, soleiðis sum vit spela runt við plastknøum og peysmeykarum, ið ger okkum til eitt livandi bland av kjøti og maskinu.
Einasti spurningurin er: ynskir tú tilfallandi broytingar ella broytingar stýrdar av okkum at gera okkum til tað, vit hava hug at verða?