Nú vit eru komin væl inn í jólamánaðin, hava vit sett borgarstjóranum í høvuðsstaðnum, Anniku Olsen, nakrar spurningar um almennar uppgávur og ymiskt í samband við jólahøgtíðina.
Hvørjar almennar uppgávur hevur borgarstjórin?
- Jólahugnin í høvuðsstaðnum byrjar av álvara, tá jólatræið verður tendrað á Vaglinum. Hetta er mín fyrsta almenna uppgáva í samband við høgtíðina, sum stundar til, sigur hon.
Borgarstjórin vísir á, at sum siður er, fær Tórshavnar kommuna eitt stórt og flott jólatræ frá okkara grannum í Íslandi, og tað er altíð eitt politiskt umboð, sum kemur á vitjan í hesum sambandi.
- Mín leiklutur er at taka mær væl av teimum, meðan tey eru her. Tað er altíð ein serlig løta, tá træið verður tendrað, og allur býurin kemur í ein jólaham. Eftir at træið er tendrað, plaga vit at bjóða jólabollar, kaffi og kakur á Vaglinum.
Annika Olsen vísir á, at hon rættiliga kemur í jólahýr, tá henda løta er í býnum.
- Av øðrum almennum uppgávum, eg havi, er eitt nú at vitja á Herberginum jólaaftan og at drekka ein drekkamun saman við búfólkunum, sigur borgarstjórin.
##med2##
Verður vitjað á stovnum annars, nú jólini stunda til?
- Her havi eg ikki nakra fasta uppgávu, men eg havi gjørt mær ta til eina traditión at vitja øll ellis-og røktarheim og sambýli í kommununi um jólini. Eg haldi, at tað er so ómetaliga umráðandi at sleppa at heilsa upp á okkara eldru borgarar um jólini – ikki minst, tí tað eru so mong, sum ongan góðan hava.
Vitjar borgarstjórin út í krókarnar í kommununi og heilsar upp á fólk?
- Tíverri fái eg ikki stundir at vitja út í hvønn krók í Tórshavnar kommunu, men eg royni at koma so nógv runt sum til ber, Annika Olsen.
Borgarstjórin dylur ikki fyri, at hon elskar jólini, og hon elskar at pynta til jólar.
- Mær dámar at hava so nógvar lýsandi perur og nissur sum gjørligt, sigur Annika Olsen brosandi.
Hvør er kenslan at vera borgarstjóri í høvuðsstaðnum, nú býur og bygdir eru pyntað til jólar?
- Jú, tað er ein serlig kensla at vera borgarstjóri um jólini. Eg eri stolt av okkara býi, sum hvørt ár er so fantastiska vakur og hugnaligur. Bæði Visit Tórshavn og øll gera sítt til, at býurin skal vera so hugnaligur sum gjørligt. Jólahugnin røkkur eisini út um Vaglið, tí tað verða eisini jólahald hildin í hugnaligu bygdunum í Tórshavnar kommunu, sigur borgarstjórin.
##med3##
Hvussu heldur borgarstjórin jól?
- Jólaaftansmorgun byrjar við einari vitjan á Herberginum, har eg drekki ein drekkamunn saman við búfólkunum. Síðan er gudstænasta á Ellisheiminum í Havn.
Annika Olsen sigur, at heima við hús verður gjørt klárt til jóladøgurða, og klokkan 17 jólaaftan fer hon í Vesturkirkjuna til jólagudstænastu.
- Løtan í kirkjuni er besta løtan, har friður kemur yvir øll, og vit kunnu lata jólaboðskapin koma til okkara.
Borgarstjórin sigur, at um kvøldið savnast familjan til jóladøgurða við øllum tí, sum hoyrir til ein slíkan.
- Vit gera nógv burtur úr at vera saman um jólini, og vit skiftast um at vitja systkini og foreldur til døgurða um jólini, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
##med4##