Sermerkt hugskot um musikkskúlan á Frúutrøð

Tað er genialt, og vit eiga at taka tað í álvara, heldur býráðslimur

Vit eiga at brúka tey høli, vit hava og tí er tað skeivt at ríva gamla musikkskúlan í Havn, niður og gera hann til íbúðir.

 

Tað heldur Bjørg Dam, úr Javnaðarflokkinum, sum hevði sæti í Tórshavnar býráð á seinasta býráðsfundi fyri Heðin Mortensen, sum ikki fekk møtt.

 

Býráðið viðger í løtuni eina ætlan um at økja talið á dagstovnarplássum til børn, tí fólkatalið í Havn veksur so nógv at tað er ikki pláss fyri teimum í verandi ansingarstovnum. Í hesum sambandi er ætlanin at byggja fleiri stovnar út og at byggja um, men Bjørg Dam førdi fram, at á hesum øki saknar hon víðskygni í býráðnum.

 

Í næstum skal Musikkskúlin á Frúutrøð leggjast niður, tí nýggjur skúli er bygdur í Vesturbýnum. Men býráðið ætlar at taka alt stykkið á Frúutrøð, har musikkskúlin er, og gera tað til íbúðir.

 

Men tað tekur Bjørg Dam ikki undir við. Hon vísir á, at Musikkskúlin er ein bygningur, sum er innrættaður til tónleik. Og serliga nú trot er á ansingarplássum til børn, heldur hon, at tað er sjálvsagt, at gamli musikkskúlin á Frúutrøð verður gjørdur til ein tónleika – barnagarð.

 

– Vit hava eitt fantastiskt øki úti á Frúutrøð og soleiðis fáa vit gagnnýtt teir bygningar, vit hava, heldur enn at ríva niður. Tað er eisini í miðbýnum, at tørvurin á barnaansingarplássum er stórt, segði Bjørg Dam.

 

Tað var ongin í meirilutanum í býráðnum, sum loftaði hesum hugskotinum, tí eingin tók tað upp á tunguna aftur. Hinvegin helt Helena Dam á Neystabø, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, at tað er einki minni enn eitt genialt hugskot at gera gamla musikkskúlan til ein tónleika – barnagarð.

 

Og hon heldur, at hetta er eitt hugskot, sum eigur at verða tikið upp til veruliga viðgerð í býráðnum