Seta ferðina niður á Strondum

Fyri at bøta um ferðslutrygdina á Strondum, hevur Sjóvar kommuna samtykt at gera nakrar broytingar í ferðslureglunum.

- Sjóvarbrekka við síðugøtum eru smalir vegir, har nógv akfør og fólk ferðast. Tí verða nú broytingar gjørdar í hámarksferðini.

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at hámarkferðin á Sjóvarvegi, Kirkjuvegi, Bøgøtu, Sjóvarbrekku og Follendisvegnum hereftir í mesta lagi verður 30 kilometrar um tíman.

 

- Eisini skulu bilar, sum koyra oman eftir Sjóvarbrekku, halda av fyri bilum, sum koyra niðan eftir Sjóvarbrekku.

 

Í Sjóvar kommunu heita tey á øll um at halda seg til ásettu reglurnar, siga tey í kommununi.