Seta fleiri met á flogvøllinum í Vágum

Ferðafólkini hava aldrin verið fleiri og seinkingarnar hava aldrin verið færri


Tað gongur gott á flogvøllinum á Vágum

Tað er niðurstøðan, nú tey á flogvøllinum hava gjørt upp fyri september mánað.

 

Vága Floghavn sigur, at aftur í septembur setti flogvøllurin met í ferðafólkatalinum við tað, at 21.281 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin. Tað er ein vøkstur á 5,3 % afturímóti  septembur fjør.

Higartil í ár hava sostatt 200.314 ferðafólk verið á flogi í Vágum higartil í ár, og tað er gott sjey prosent fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Umframt at Atlantsflog flýgur, hava eisini nógv onnur flogfør verið leigutúrar í Vágum í ár

 

Seinastu árini eru bæði flogvøllurin og flogførini hjá Atlantsflogi útgjørd við nýggjari innflúgvingartøkni og tað hevur bøtt um reglusemið.

Vága Floghavn skrásetir allar avlýsingar og seinkingar, har flogfør eru seinkað meiri enn 15 minuttir av veðri og vindi, men seinkingar av tekniskum breki eru ikki við.

Higartil í ár er reglusemið á flogvøllinum 99,3 %, siga tey á flogvøllinum.

Hetta merkir, at 99,3 % av flogførunum eru komin og farin  til tíðina, ella hava verið í mesta lagið 15 minuttir seinkað

Til samanberingar kann nevnast at í 2008 var reglusemið 96,6 %, sigur Vága Floghavn.