Seta gongd á um hálvt ár

Tað var dóttirfelagið hjá SEV, SeWave, ið skipaði fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, »Seminar on Wave Energy in the Faroe Islands«. Verkætlanin Alda er komin so væl í fyrireikingunum, at væntandi kann farast til verka um hálvt ár

Væl av fólki hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið í gjár til ráðstevnuna, sum SeWave skipaði fyri.
- Tað snýr seg um at varpa ljós á møguleikarnar fyri alduorku í Føroyum, eisini sæð við altjóða brillum. Og í tí sambandi hava vit fingið ógvuliga áhugaverdar fyrilestrarhaldarar at greiða frá hesum møguleikum, sigur Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV.
Fyrilestrarnir vórðu hildnir út frá vísundaligum sjónarmiði og út frá vinnuligum sjónarmiði.
- Eg vóni, at hetta so kann geva afturljóð, bæði til tað føroyska politiska landslagið, eins og til vinnuligar møguleikar í Føroyum, sigu Páll á Reynatúgvu.
Sum nevnt var rættiliga fitt av fólki til ráðstevnuna, og tað kom eitt sindur óvart á fyrireikararnar.
- Vit høvdu roknað við, at hetta bert gjørdist ein lítil ráðstevna, men her er fólk úr øllum herðashornum. Frá landsstýrisfólkum til privatfólk, her er umsiting og vinna umframt sjálvandi fólk frá SEV. Talan er um eina breiða samanseting, og tað ger tiltakið bara so mikið meiri áhugavert, sigur Páll á Reynatúgvu.

Prominent nøvn
Sjey framstandandi mans! hildu fyrilestrar á ráðstevnuni hjá SEV. Útlendingarnir vóru George Lane, stjóri í SeWave, George Laird frá Dresser-Rand og Thomas Thorpe, ein av leiðandi serfrøðingunum innan aldu og streymorkutøkni.
Umframt Páll á Reynatúgvu – sum er formaður í nevdunum fyri ávikavist SEV og SeWave – ið bjóðaði vælkomin og setti ráðstevnuna, vóru føroysku fyrilestrarhaldararnir Tórfinn S. Simonsen, KT-stjóri frá Landsbyggifelagnum, Signar Heinesen, stjóri í Data Quality Systems, Ólavur Gregersen, stjóri í SeWave og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
- Vit hava fingið fatur á útlendsku nøvnunum gjøgnum okkara sambond umvegis SeWave, sum upprunaliga var saman við WaveGen, sigur Páll á Reynatúgvu.

Alda á veg
Ítøkiliga verkætlanin, sum arbeitt verður við, kallast Alda. Talan er um eina sonevnda TWEC-ætlan (Tunnelled Wave Energy Converter), har tunellir verða borðaðar inn í bergið og aldan økir og minkar so um trýstið í tunellini og tað skal so konverterast til orku.
Men hvussu langt er hendan verkætlanin komin?
- Tað er um tað lagið, at allar fyrireikingarnar eru komnar upp á pláss. Nú er spurningurin um at fáa endaligu fíggingina upp á pláss. Sigast kann, at ætlanin er fýrabýtt, SEV rindar ein fjóðring, ES hevur játtað at rinda ein fjóðring og so vóna og vænta vit, at landið rindar ein fjórðing. Tá skuldi ikki verið trupult at fingið útlendskar íleggjarar til seinasta fjórðingin, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann heldur, at innan fyri hálvt ár eigur at bera til at siga, um fíggingin er komin upp á pláss.
- Og er hon tað, so er klárt at fara til verka, sigur Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV.