Seta hakan í Stórubrekku í dag

Í dag verður hátíðarhald í sambandi við, at fyrsti hakin verður settur í til Røktarheimi á Stórubrekku í Hoyvík

Hátíðarhaldið á Stórubrekku verður klokkan 15.30 í dag. Har fer Elsa Berg, borgarstjóri, at halda eina røðu og seta hakan í. 

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í heilsu- og eldranevndini, fer eisini at siga nøkur orð.

Aftaná verður kaffe/the v.m. at fáa, siga tey av býráðnum í Havn.

Røktarheimið verður bygt á matrikkul 138a í Hoyvík, ið liggur omanfyri bygningin hjá Føroya Tele á einum øki, ið er til víddar 50.000 fermetrar. Bygningurin sjálvur verður til víddar umleið 6.700 fermetrar.

– Yvirskipaða hugmyndin av bygninginum er ein samanseting av minni húsum við íblástri frá føroysku sethúsunum. Byggingin tekur atlit til lendisviðurskiftini í økinum og spælir við og gevur til lendið, samstundis sum hon háttar seg eftir veðurlagnum, skrivaði býráðið millum annað, tá tilboðini vórðu kunngjørd.