Seta helst nýtt met aftur í ár

Skipafelagið Føroyar hevur umboðað 181 útlendsk skip, sum longu higartil í ár hava verið í Føroyum. Hetta eru 60 skip fleiri í mun til somu tíð í fjør, tá ið met eisini var sett

Nógv útlendsk skip hava seinastu tíðina ligið á Reduni í Havn. Nøkur teirra hava eisini verið inni við bryggju. Tað er Skipafelagið Føroyar, ið umboðar tey flestu av hesum skipunum, og hava tey havt úr at gera.

? Vit hava havt so nógv at gera, at vit hava verið noydd at arbeitt døgnið runt, sigur Maria á Lava á Skipafelagnum.

? Tað er heldur ikki lættari, nú fleiri fólk halda frí. Vit hava kortini fingið onkran feriuavloysara inn, og onkur av manningini umborð á skipunum hjá okkum eru eisini komin á skrivstovuna at hjálpa til.

Sjálvt um tey hava úr at gera, veit Maria ikki, um fleiri fólk verða sett í starv. Tey hava klárað tað higartil.


60 fleiri enn í fjør

Longu higartil í ár hevur Skipafelagið Føroyar umboðað181 útlendsk skip her í Føroyum. Í fjør var met sett, men tað metið sær út til at verða sligið so dyggiliga í ár. Tí verður sammett við sama tíðarskeið í fjør, hevði Skipafelagið umboðað 121 skip. Tað vil siga 60 skip fleiri í ár.

? Nógv tað mesta eru russisk skip, men eisini nøkur skip eru aðrastaðni frá. Tey flestu hava ligið á Reduni í Havn og nøkur hava eisini ligið inni við bryggju.

Men tað er kortini ikki bara til Havnar hesi skipini koma. Okkurt skip hevur verið í Vági, og okkurt skip fer eisini at koma á Fuglafjørð.