Embætisførslan hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum í sambandi við fíggjarligu viðurskiftini hjá Strandferðsluni, skulu nú kannast út í æsir. Tað hevur landsstýrismálanevndin samtykt í morgun.
Talan er um fíggjarligu viðurskiftini hjá Strandferðsluni í fjør, har játtanin ikki helt og har endin var, at stjórin fór úr starvi.
Grannskoðararnir hjá løgtinginum hava eisini viðgjørt málið og teir høvdu lemjandi atfinningar.
Í kjalarvørrinum á tí hava allir fýra andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, klagað embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í hesum føri, fyri landsstýrismálanevndina.
Og á fundi í morgun hevur landsstýrismálanevndin samtykt at taka málið upp til viðgerar.
- Johan Dahl fær nú klaguna til hoyringar og so fær hann tvær vikur at svara, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini.
- Løgtingsgranndskoðararnir átala hvassliga, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann visti at játtanin til stovnin ikki fór at halda, siga teir fýra andstøðuflokkarnir í kæruni.
- Teir átala eisini hvassliga, at vinnumálaráðið ikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober 2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskipum Landsins, og at ráðið hóast tað góðkennir greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.
- Løgtingsgrannskoðararnir halda heldur ikki, at játtanar- og fíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins eru handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðsluni, ella av aðalstýrinum og landsstýrismanninum.
Í kæruni hava andstøðuflokkarnir, serliga biðið landsstýrismálanevndina kanna um:
- Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.
Og á fundi í morgun hevur nevndin so einmælt samtykt at taka málið upp.
|