Seta sjøtul á barnagarð í Hvalba

Ein barnagarður verður næsta stóra íløgan hjá Hvalbiar Kommunu

 

Nú fá eisini hvalbingar barnagarð.

 

Bygdaráðið hevur samtykt at gera banragarð í bygdini og tað verður eisini tann næsta, stóra íløgan hjá kommununi, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri.

 

Kommunan hevur ognað sær stykki til barnagarðin niðanfyri skúlan og nú verður vegur gjørdur til stykkið.

 

og nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er samtykt, er so ætlanin at grava út fyri barnagarðinum næsta ár.

 

Men borgarstjórin sigur, at enn er óvist akkurát nær barnagarðurin verður gjørdur.

 

- Vit ætla ikki at leypa framav, men vit ætla at kanna væl og virðiliga, hvussu hann skal gerast, og, hvussu stórur hann skal vera, sigur borgarstjórin.

 

Sostatt dugir hann heldur ikki at siga um tað eisini verður næsta ár, at farið verður undir sjálva byggingina.

 

Myndina tók Erik Christensen